BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - ROKNSKAPUR
ROKNSKAPUR


23-04-2014

Skattur

Tvøroyrar býráð hevur á fundi hin 10. desember 2013 einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2014 við einum óbroyttum skattaprosenti uppá 23,5%.

Barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, t.v.s. kr. 5.000,00 fyri hvørt barnið.

Inntøkurnar av persónsskatti eru mettar til kr. 54,5 mió. og av partafelagsskatti til kr. 1 mió.

 
Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir borgarum sínum.

TAKS varðar av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini TAKS, sum krevur skattin inn.

 



Býráðsskrivstovan, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn