BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - VEGLEIÐINGAR
STOVNAR


21-01-2014

Mannagongd í samband við sundurbýti og marknaumskipan

Fyrsta stigið hjá tí, sum ynskir eina matrikulera broyting, er at skriva eina umsókn. Umsóknarbløð fáast á kommunuskrivstovuni ella kunna takast niður av heimasiðuni.   Heinta her
 
Umsóknin skal latast Umhvørvisstovuni, sum siðani bíður viðkomandi kommuna ummæla málið.
 
Ein hent mannagongd er, at umsøkjarin fer til kommun­una, sum síðani sendir Umhvørvisstovuni umsóknina saman við ummæli sínum. 
 
Umhvørvisstovan kannar ognarviðurskifti hjá Tinglýs­ingina og ansar eftir, um møguligt pant, úttøka og/ella servittuttar eru lýstir á ognina, sum forða avgreiðslu av málinum ella sum skulu umskipast, áðrenn málið kann fremjast.
 
Verður mett, at umsóknin skal noktast, fær  umsøkjarin bræv, har grundgivið verður fyri avgerðini, og kæru­veg­leiðing givin.  Avrit verður sent til kommununa.
 
Í førum, har tað er neyðugt at søkja aðrar myndug­leikarnar um loyvi, verður málið at bíða, til útsøgn er komin frá teimum.
 
Vanliga verða uppmátingar og avmerkingar gjørdar á staðnum, og máliblað, partakort og høvuðskort verða teknaði. At enda verður yvilit skrivað at rætta matrikulin eftir.
 
Góðkenningarskriv verður sent eigara, Ting­lýsing, kommunu, Búnaðarstovuni og sýslu.
 
Eigarin fær partakort og máliblað, og tekniska umsitingin í kommununi fær máliblað og eitt avrit av høvuðskortinum.
 
Les meira:
Løgtingslóg nr. 64 frá desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. sum broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13 desember 2006; kap 3 Broytingar í matriklinum; B Sundurbýti grein 15-22.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn