UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-05-2017

Søguligur býráðsfundur í dag

Býráðsfundurin á Tvøroyri í dag, er søguligur, tí tað er fyrstu ferð at ein býráðsfundur á Tvøroyri verður leiddur av einari kvinnu. 

Nú borgarstjórin, Kristin Michelsen, er á tingi, tekur Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, sær av at leiða fundin.

Anita bleiv herfyri, sum einasta umboð, vald inn í Tvøroyrar Býráð fyri Borgaralistan. Anita er 50 ára gomul og búsitandi á Tvøroyri. Hon er gift Hans Paula Henryson og saman eiga tey børnini Rósu, Rók og Viberg.

Anita sigur, at fólk skulu ikki vænta ein øðrvísi fund, bert tí hon nú situr við róðrið. “Leisturin verður tann sami sum vanligt”, sigur hon. Hon sigur annars at henni dámar sera væl býráðsarbeiðið. “Eg brúki nógva tíð og orku uppá hetta, bæði tí at mær dámar tað sera væl, men eisini tí at eg gjarna vil røkka mínum málum”

Almenni býráðsfundurin verður í dag kl 17:00 í býráðssalinum og Anitu verður ynskt góða eydnu við fundinum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo