UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-03-2019

Einans tvey grundstykkir eftir í Heiðatrøðini

Hin fyrsta februar skrivaðu vit, á heimasíðuni hjá kommununi, at tað var ein øktur áhugi fyri at útvega sær grundstykki á Tvøroyri. Sí grein her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4964&id=2

Sigast má, at greinin skapti ein enn størri áhuga, tí at í dag eru einans tvey grundstykkir eftir í Heiðatrøðini, ið ikki eru umbiðin. Hin fyrsta februar vóru 11 eftir. Heiðatrøðin er eisini eitt deiligt øki, við góðum útsýni ot stutt til handils, skúla og náttúru. Áhugaði kunnu fara sær ein túr í økinum við Instant Streetview her https://www.instantstreetview.com/@61.562504,-6.82948,146.3h,-9.77p,1z

Umsóknir um grundstykki í Heiðatrøðini finnast her http://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=11&sid=186&id=4 .

(Mynd: Instant Streetview)
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo