UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-06-2015

Vitjan umborð á Saga Pearl II

Tíðliga gjáramorgun legði stóra ferðamannaskipið Saga Pearl II at bryggju á Tvøroyri og skjótt sóust ferðafólkini í býarmyndini. Tey, ið ikki høvdu valt at fara eina bussferð, fóru annaðhvørt sjálvi ein túr í býin, ella á onkra aðra skipaða ferð við ferðaleiðara.
 
Mia Cameron, ið er “Port Agent” hjá Tor Shipping, hevði borið so í bandi, at umboð fyri Tvøroyrar Kommunu sluppu umborð, at heilsa uppá skiparan og handa honum eina gávu.
 
Kl. 11:30 stundisliga, varð tikið ímóti okkum. Fyri Tvøroyrar Kommunu luttóku Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanardeildini hjá kommununi, Póla Strøm, leiðari á Kunningarstovuni og Jón Bogi Guttesen, havnarmeistari.
 
Komin umborð, tók ein sera fryntligur harri av Filipsoyggjunum ímóti okkum. Vit vórðu víst inn í eina snotiliga uppihaldsstovu og eftir stutta løtu, kom skiparin Alistair McLundi og tók ímóti okkum. 
 
Skiparin er úr Skotlandi og ein sera hugnaligur maður at práta við. Hann tosaði um, at vit í Trongisvágsfjørði høvdu ein sera góðan fjørð til júst ferðamannaskip. Her var pláss hjá skipinum at arbeiða og tað var nakað, ið teir á brúnni dámdu væl.
 
Anita helt eina stutta talu og bjóðaði gestunum vælkomnum. Anita handaði eisini skiparanum eina gávu, ið Vígdis Sigmundsdóttir hevði gjørt. Tað var eitt sera snotiligt pappírsklipp, ið avmyndaði Froðba.
 
Skiparin var sera glaður fyri gávuna og segði, at hetta skuldi hanga í kamarinum hjá honum umborð. Anita og Jón Bogi fingu hvør sín minnisskjøldur frá skiparanum, sum minni um vitjanina.
 
Eftir hettar var boðið til eina stutta rundvísing umborð og tóku vit nakrar myndir av snotiliga skipinum og eru tær at finna í savninum á Facebook her: https://www.facebook.com/media/set/?set=a.876698062397327.1073741842.820573024676498&type=1 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo