UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-02-2021

Tvøroyrar kommuna heiðrar kappróðri og judo

Í gjár fekk Tvøroyrar kommuna vitjan av 4 úrmælingum innan kappróðri og judo. Hvør sær hava tey útmerkað seg og vunnið felagum og heimstøðum heiður og æru. Tvøroyrar kommuna vildu vísa sína viðurkenning og tí hevði borgarstjórin, Kristin Michelsen, boðið teimum í býráðssalin, har hann segði nøkur orð og handaði eitt blómutyssi og eitt gávukort.
Leygardagin 30. januar var DM í inniróðri, har 3. rógvarar úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, luttóku og stóðu teir seg framúr væl.
14-ára gamla Bjarma Danielsen luttók í bólkinum U15 k. Bjarma kempaði seg fyrimyndarliga fram á eitt 3. pláss í DM og fekk harvið bronsuheiðursmerkið.
13-ára gamli Niels Juul Akraberg Poulsen luttók í bólkinum U15 m. Niels Juul gav alt hann átti og megnaði at slíta seg fram á eitt 2. pláss og harvið eitt silvurheiðursmerki.
Seinasti rógvarin at leggja “frá landi”, fyri FSR, var 14-ára gamli Nóa Thomsen úr Hvalba. Nóa verður 16 ár í ár, tí luttók hann í U16 m bólkinum. Nóa hevur, eins og hini, staðið seg sera væl í FM-kappingini, har hann sannførandi hevur vunnið alt, ið er at vinna. Tí var sera spennandi at vita, hvussu hann fór at standa seg ímóti dønum. Nóa gjørdi ikki mætari enn at seta alla mótstøðu uppá pláss og var hann fremstur stórt sæð allan teinin – harvið var gullheiðursmerkið tryggjað og heiðurin sum danmarksmeistari 2021 veruleiki!
Suðuroyar Judo er nýggjasta ítróttarfelag á Tvøroyri og varð tað stovnað í 2020. Fitt av ungdómi venur hvørja viku í filmleikarhøllini í Tvøroyrar skúla, har Andrias Sumberg stendur fyri venjingini. Ein av ungu ítróttarfólkunum er Torkil Holm. Í síni fyrstu FM-kapping, hin 30. desember 2020, megnaði Torkil at koppa tveimum mótstøðumonnum fram móti finaluni, ið hann tepurt tapti til ein sundalagsmanni. Eitt flott silvurheiðursmerki varð tískil úrslitið hjá Torkili og venjarin letur væl at framtíðarvónum hansara.
Tvøroyrar kommuna vil ynskja røsku ítróttarfólkunum, og feløgum teirra, hjartaliga til lukku við úrslitunum og bestu eydnu komandi árini.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo