UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-03-2021

A/S T. F. Thomsen

Tvøroyrar býráð samtykt at keypa ognirnar eftir A/S T. F. Thomsen 

Søguliga sæð er her talan um millum teir mest áhugaverdu bygningar í landinum, sum lýsa politisku søguna um Kongaliga Einahandilin; vinnusøguna um tá Føroyar fóru frá landbúnaði til fiskivinnu; søguna um Føroya fyrstu veruligu arbeiðarastætt; um Føroya fyrstu fakfeløg og um tað mentanar- og ítróttarlív, sum spratt á Tvøroyri og seinni kring um í Føroyum. 

Fyrrverandi eigarin, Sp/f Coldstream boðaði Tvøroyrar kommunu frá, at teir ynsktu at selja allar ognirnar til Tvøroyrar kommunu, hetta tí teir hava áhuga í, at ognin verður varðveitt í sínum uppruna. Sagt var, at teir mettu at Tvøroyrar kommuna er rætti eigarin, ið kann tryggja at ognirnar verða varðveittar í andanum og ynskinum hjá Poul Hansen sála, ið andaðist 27. februar 2019, og sum keypti hesar í 2010, við áhuga fyri at ognirnar blivu varðveittar.

Tjóðsavnið, upplýsir um ognirnar, sum eru friðaðar, at hóast endamálið við friðingini er at varðveita ognirnar í tí søguliga skapinum tær eru í, so er friðingin ongin forðing fyri, at ognirnar verða brúktar, og koma borgarum og plássinum til góðar. Tvørturímóti ynskir Tjóðsavnið virksemið í bygningunum og upplýsir, at tað ber væl til at fremja broytingar og tillagingar, soleiðis at tær samsvara við tíðarinnar tørv og krøv. Sagt verður tó, at tað skal gerast við umhugsni og samráð við Tjóðsavninum, samb. LL. um friðan av bygningum. 

Umsitingin sær fiskaplássið, Gl. Kgl. Handil, Seglloft og Pakkhúsini sum sannar perlur á Tvøroyri, sum eru og altíð vilja vera partur av samleikanum og miðbýar ætlanini hjá Tvøroyrar kommunu.  Hesir bygningar eru serligir, og mugu undir ongum umstøðum fara fyri skeyti. Ongin ivi er um, at Fiskaplássið, Gl. Kgl. Handilin, Seglloftið og Pakkhúsini eru, at meta sum siðsøguligur arvur føroyinga, eins og Tinganes í Tórshavn.

Tvøroyrar kommuna hevur síðani 2010 leiga part av einum av pakkhúsinum til ungdómshús, og nú tað stóð kommununi í boði at keypa alla ognirnar fyri kr. 4,4 mió, valdi umsitingin at leggja uppskotið fyri býráðið, og varð hetta samtykt í kvøld 8. mars 2021.

Ætlanin er fyri fyrst, at fremja nakrar umvælingarnar á Gl. Kgl. Handilin og Pakkhús nr. 5, og at ognirnar annars vera nýttar til alment gagnligt endamál, og vera karmur um mentanarlig tiltøk, til gagn fyri fólk og bý. Eisini er ætlanin at fríðkað um fiskaplássið og fremja tillagingar, til frama fyri ferðsluna í miðbýnum. 

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo