UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-04-2021

Endurnýtsla, Bokashi, list og tónleikur á Seglloftinum

Tórskvøldið 15. apríl, frá kl. 19:00, bjóðar Tvøroyrar kommuna øllum áhugaðum til eitt sera áhugavert tiltak á Seglloftinum.
Jónleyg J. Bech, forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, bjóðar vælkomin. Síðan greiðir Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF frá virkseminum hjá felagnum og teirra royndum við Bokashi. Tvøroyrar kommuna hevur í samstarvi við IRF latið borgarunum ókeypis Bokashi-sett. Her verður høvi til at hoyra nærri um átakið og at seta spurningar um evnið.
Umboð fyri Dugna luttaka eisini á tiltakinum. Stjórin, Hedvig Johansdóttir og deildarleiðarin, Allan Mørkøre greiða frá gerandisdegnum á ymisku deildunum hjá Dugna, umframt at tey umrøða teirra virksemi her í oynni. Stig Elttør, skúlaleiðari á skúlanum við Áir, vitjar eisini og leggur fram tilboðini á skúlanum.
Listakvinnan Vígdis Sigmundsdóttir sýnir fram listarverk, ið hon hevur tilevnað úr endurnýtslutilfari. Myndamaður úr Havn spurdi á sinni Vígdis, um hon vildi hava okkurt tilfar frá honum, ið annars skuldi burtur. Vígdis ivaðist eitt sindur, men valdi so at taka av, og hevur síðan skapt listarverk burtur úr hesum. Hon verður til staðar við listarverkunum, ið eru til sølu, og fer hon eisini at sita og arbeiða við tilfarinum, meðan tiltakið er.
Føroyakendu, lokalu Tróndur og Lív undirhalda við frálíka tónleiki teirra. Tróndur og Lív vunnu herfyri heiðurin av at hava útgivið ársins útvarpshitt við vakra lagnum “Lítli fuglur”, og lítið er at ivast í, at lagið verður at hoyra á Seglloftinum hetta forvitnisliga kvøld.
Tvøroyrar kommuna bjóðar kaffi og okkurt afturvið, ið Brekkucatering stendur fyri.
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo