UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-11-2021

Nýggja neystið hjá FSR gerst nú veruleiki

Tilgongdin til nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur tikið drúgva tíð. FSR, Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava leingi arbeitt við verkætlanini og, sum vera man, so eru nógvir snøklar, ið skulu fáast upp á pláss, áðrenn alt kann setast í gongd.

Eftir at hava húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð, er nú komið hartil, at spakin verður settur í. Hetta hendir í morgin, ónsdagin 3. november, kl. 16:00 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað verður Egon Rasmussen úr Øravík, ið loysir “fyrsta flagið”. Egon er, sambært FSR, elsti núlivandi rógvari hjá FSR, ið setur seg føran fyri at sita handan stýripinnarnir á stóru gravimaskinuni hjá MTV-byggivirki, ið skal standa fyri útgrevstrinum. Staðsetingin er á Hvítanesi, beint vestanfyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag.

Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd. Verkætlanin, ið kemur at kosta uml. 10,3 milliónir, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR.

Neystið verður stórt, uml 12x30m, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Uni sigur, at talan verður um ein veruligan sjódepil og fer tað ikki einans at snúgva seg um rógving við føroyskum bátum. Har verður møguleiki fyri kajakkrógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna(kemur seinni) og øðrum viðkomandi aktivitetum.

Uni sigur, at atkoman hjá rørðslutarnaðum er tonkt inn í alla verkætlanina. Atkomuligt er bæði í erva og neðra við koyristóli og lyft er eisini inni í húsinum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Í skrivandi stund veit Uni ikki um tað verður jørð- ella sjóhiti, ið verður valdur, men tað liggur so í kortunum, at tað verður eitt av hesum.

Uni vil, vegna FSR, takka Tvøroyrar kommunu og LOA fyri fíggjarligan stuðul.

Tvøroyrar kommuna ynskir FSR hjartaliga til lukku við komandi neystinum og vónar at nýggju og betraðu umstøðurnar kunnu vera við til at leggja gróðrarbotn fyri enn størri virksemi í felagnum - býnum og borgarunum til gagns.

FSR heldur eisini til á Facebook og har ber til at lesa meiri um ætlanirnar hjá róðrarfelagnum. Sí her https://www.facebook.com/groups/22812174943

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo