UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-11-2022

VALLISTIN LIGGUR FRAMMI 16.-30. NOVEMBER

Vallistin til løgtingsvalið, hin 8. desember 2022, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni á Tvørávegi 37, frá í morgin, ónsdegnum 16. november, til og við ónsdagin 30. november.

Til ber at síggja listan í vanligu upplatingartíðini millum kl. 09:00 – 15:00, yrkadagar.

 

KÆRA UM VALIÐ

Kæra um at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur, av órøttum, er tikin við, skal í seinasta lagi eina viku fyri valdagin verða send kommununi, ið eftirkannar kæruna og tekur endaliga avgerð í málinum.

Boðast skal eisini kommununi frá, um tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort, ið hevur villu ella manglar okkurt. (Valkortini eru ikki komin í skrivandi stund 15/11-22)




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo