UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-12-2022

Samstarvsavtala um tilbúgving

Í dag, á Tollaksmessudegi var samstarvsavtala undirskriva av borgarstjórinum í Tvøroyrar -, Hvalbiar - og Fámjins kommunu um felags tilbúgving. 

Tilbúgvingarnevndin, uttast til vinstru, Anfinn Hammerfoss Leo, Átaksleiðari, -Alvi Mortensen form. tekniska nevnd Tvøroyri, -Kristin Michelsen, borgarstjóri Tvøroyri, -Jóannes Lisberg, borgarstjóri Fámjin, -Janus Thomsen, borgarstjóri Hvalba, Bjarni Hammer tekniska nevnd Tvøroyri, -Klaus Olsen, for. SNB, -Ronnie Hammer form. teknisku nevnd Hvalba.  (Syslumaðurin vantar á myndini) 

Avtalan er hemila í tilbúgvingarlógini § 8, stk. 2, har  Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu hava gørt av at hava felags tilbúgving til at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í tilbúgvingarlógini. Hesar tríggjar kommunurnar hava søguliga sæð leingi havt eitt gott samstarv á tilbúgvingarøkinum, sum nú verður dagført og formliga staðfest í samstarvsavtaluni.

Felags tilbúgvingarnevnd

Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommuna skipað eina felags tilbúgvingarnevnd samb. tilbúgvingarlógina, §12. Stk 5, og verður henda umboða av borgarstjóranum á Tvøroyrar kommunu, sum er føddur formaður. Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu er nevndarumboð saman við borgarstjóranum í Fámjins kommunu. Eisini eru í nevndini form. í teknisku nevnd hjá ávikavist Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, samt einum nevndarlimi í teknisku nevnd í Tvøroyrar kommunu, Sýslumanninum í Suðuroynni, einum umboði fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB) og Tilbúgvingarleiðarinum.

Tilbúgvingarnevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, og tryggjar vegna Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna og Fámjins kommuna, at tilbúgvingin í kommununum er nøktandi við atliti til váðan í kommununum og tilbúgvingarlógina. Tilbúgvingarnevndin skipar seg við væl av næstformanni/kv., á fyrsta fundi í nevndini, seinast 14 dagar, eftir skipan av bý- og bygdaráðum samb. kommunustýrislógin. Sitandi nevndin kann ikki fara frá, fyrr enn nýggja nevndin er skipað.

 

Um tað við atkvøðuavgerð í tilbúgvingarnevndini stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerðandi. Liminir í tilbúgvingarnevndin verða útnevndir við skipan av nýggjum kommunustýrið, samb. kommunustýrislógina kap. 6, §28 & 29 og kap.7, §35. Nevndarliminir sita í 4 ár, og kunna afturveljast.

Daglig fyrisiting og leiðsla av felags tilbúgvingini

Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur dagligu fyrisitingina og leiðsluna av felags tilbúgvingini á Tvøroyri, Hvalba og Fámjin um hendi. Í hesum sambandi er tað eisini tekniska deild í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina um hendi herímillum samskipar og tryggjar, at innihaldið í tilbúgvingarætlanini verður útint í verki og dagført eftir tørvi.

Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samráði við tilbúgvingarleiðaran, sum mannar tilbúgvingartoymið, samb. starvsfólkaskipanina hjá Tvøroyrar Kommunu.

Fíggjardeildin hjá Tvøroyrar kommunu umsitur fíggjarviðurskiftini hjá felags tilbúgvingini. Tvøroyrar býráð er setunarmyndugleiki hjá tilbúgvingarleiðaranum.

Leiðsla í sambandi við operativ átøk
 
Tilbúgvingarleiðarin hevur leiðsluna í sambandi við operativ átøk. Tilbúgvingarleiðarin útinnir hesa leiðslu í samstarvi og samráði við teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu, átaksleiðaran hjá politinum, átaksleiðaran hjá sjúkrahúsverkinum og leiðaran í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB).

Fígging av felags tilbúgvingini

Útreiðslur í sambandi við rakstur og íløgur av felags tilbúgvingini verða fíggjaðar av Tvøroyrar- og Hvalbiar- og Fámjin kommunu í felag. Fíggingin verður rokna í mun til fólkatalið í kommununum pr. 1. Januar í galdandi fíggjarári.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo