UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
29-12-2022

MORGUNMATUR LEYGARDAGIN

Eins og siðvenja er seinasta dag í árinum, so bjóðar Tvøroyrar kommuna, saman við Tvøroyrar Nýggjársnevnd, øllum til morgunmat.
Leygarmorgun 31. desember frá kl. 10:00 - 12:00 er høvið hjá fólki at koma saman til ein góðan morgunmatarbita á Seglloftinum.
Ein slíkan dag, við nógvum spennandi á skránni, er upplagt at koma út tíðliga og fáa lagt lunnarnar fyri einum góðum degi/kvøldi. Bakaríið hjá Hans Olaf stendur fyri bakstrinum og Bech Vistaveiting fyri borðreiðingini.
Tað er okkara vón, at fólk møta fjølment til morgunmatin og at øll fáa eina góða uppliving.
Hjartaliga vælkomin og gott nýggár!
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo