UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-01-2023

BORGARAFUNDUR TÝSD. 24. JAN. 2023.

Týskvøldið 24. Januar kl. 19.00 verður borgarafundur hildin í SALT.

Fundurin verður hildin í samband við ætlanina hjá P/F Varðin Pelagic at byggja Protein & Lýsiverksmiðju á Tvøroyri. Ætlanin við fundinum er at geva P/F Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar.

Skrá fyri fundin:

Borgarstjórin bjóðar vælkomin

P/F Varðin Pelagic greiðir frá um ætlanirnar og gongdina í málinum

Møguleiki at seta spurningar


Tvøroyrar Kommuna hin 5. Januar 2023



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo