UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
01-02-2023

NAVNAKAPPING TIL FORSKÚLAN

Tvøroyrar Kommuna ynskir at skipa fyri navnakapping til nýggja forskúlan, ið eftir ætlan byrjar í august 2023.

Forskúlin verður partur av skúlanum og barnagarðinum í Trongisvági og ynskja vit at stovnurin fær eitt hóskandi og lætt navn, ið t.d. lýsir virksemið hjá einum forskúla, børnum, innlæring, spøl og/ella nærumhvørvinum.  
 
Uppskot til nøvn skulu sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo og verða merkt “Navnakapping”. Hesi skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar 2023 kl. 12:00.

Vinnarauppskotið verður kunngjørt á okkara heimasíðu og verður tað heiðrað við kr. 1.000,-.

Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til frítt at velja millum øll innkomin uppskot, og, um mett neyðugt, onki at velja sum vinnarauppskot.

Vit gleða okkum til at síggja tykkara uppskot. 

 
Tvøroyrar Kommuna 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo