UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-02-2023

Kommunulækni settur í starv á Tvøroyri

Heilsutrygd hevur sett Davíð Guðnason í fast starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi, har hann kemur at starvast í viðtaluni á Tvøroyri.

 
 
Davíð Guðnason nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014 
og hevur seinasta árið arbeitt í Læknahúsinum í Gundadali sum liður í serlækna- útbúgvingini.

Dávið Guðnarson verður ynsktur vælkomin í starv á kommunulæknaviðtaluni á Tvøroyri, har hann byrjar 13. mars 2023.

Heilsutrygd og Tvøroyrar Kommuna




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo