Mánadagin 24. apríl fer ársins Umhvørvisvika av bakkastokki og fitt av áhugaverdum tiltøkum er á skránni.
Sum siðvenja er í Umhvørvisvikuni, so letur Tvøroyrar kommuna plantupakkar til borgararnar og tey, ið hava umbiðið sær ein tílíkan, kunnu avheinta sín sama stað sum í fjør.
Tað er sunnanfyri bygningin hjá Teknisku deild á Hvítanesi í tíðarbilinum 16:00 – 18:00.
Í plantupakkanum er 1 stk. balsamøsp og 1 stk. grannatræ. Við fylgir eisini frágreiðing um trøini. Ynskja fólk okkurt at bera trøini í, mugu tey sjálvi taka tað við.
ÁHEITAN VIÐVÌKJANDI FERÐSLUNI
Heitt verður á fólk, ið koma í bili, um at hugsa um hvar tey seta bilin frá sær. Økið er tætt við veg, við nógvari ferðslu og týdningarmikið er at ferðslan verður ótarnað. Er p-økið fult, bíðið so eina løtu og komið aftur. Øll fáa tað sama og øll, ið bílagt hava, fáa tað tey hava bílagt, møta tey upp í omanfyri nevnda tíðarbili.