UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-05-2023

ÚTIGUDSTÆNASTA VIÐ STÓRÁ 2. HVÍTUSUNNUDAG

2. hvítusunnudag, mánadagin 29. mai kl. 11:00, skipa kirkjur og bønhús í Suðuroyar norðara prestagjaldi fyri útigudstænastu við Stórá í Trongisvági.
Børnini hoyra eina søgu, Tvøroyrar Hornorkestur luttekur og kirkjuráðini bjóða ein drekkamunn og okkurt søtt, til børnini, aftan á gudstænastuna.
Tvøroyrar Kirkja hevur fyri stuttum ognað sær eitt sokallað tulkingarsett, ætlað teimum, ið ikki skilja føroyskt. Við hesum setti ber til hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at fylgja við gudstænastuni.
Hjartaliga vælkomin til útigudstænastu við Stórá.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo