UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-10-2023

POSTA heiðrar SALT við frímerkjaútgávu

Mánadagin 23. okt. 2023 lata dyrnar í SALT upp til eitt heilt serligt tiltak, har POSTA heiðrar SALT við frímerkjaútgávu

  
Talan er um tvey frímerki, eitt á virði 21KR og eitt á virði 61KR.

Slíkar útgávur eru ikki á hvørjum degi, og má hetta sigast at vera ein viðurkenning av SALT sum einum av mentanarmiðdeplunum í Føroyum.

Ein frímerkjaútgáva merkir eisini, at kunning um SALT verður borin út um allan heim, á sjey ymiskum málum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum og kinverskum.

Hátíðarhaldið byrjar kl. 19.30. Tvøroyrar Hornorkestur, setir, sum so mangan, dám á kvøldið.

Ingun Nolsøe Olsen, Posta, hugleiðir um post og frímerki. Posta bjóðar okkurt leskandi og munnbitar. 

Umframt verður framsýning við søguligum myndum av SALT at síggja inni í bygninginum.
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo