UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-10-2023

Kunningarstovan nýggjan samskipara

Tvøroyrar kommuna hevu sett Elsu Jacobsen í tíðaravmarkað verkætlanarstarv sum samskipari av kunningarstovuni á Tvøroyri.

 

Elsa Jacobsen hevur royndir innan ferðavinnu frá sínum undanfarna starvi á 62N, har hon hevur lært inna fyrisiting og ferðavinnu á incoming incoming deildini hjá 62N.

Tvøroyrar kommuna ynskir Elsu Jacobsen vælkomna í starv.

 

 
 
 
 

Tvøroyrar kommuna ferð í næstum undir eina tilgongd at umskipa og flyta kunningarstovuna úr verandi hølum á kommunuskrivstovuni á Tvøravegi 37, til fyrv. avgreiðslubygningin hjá Posta, á Sjógøtu 2, sum hevur munandi betri staðseting, við tíðarhóskandi og góðum møguleikum at avgreiða borgar, gestir og vitjandi á Tvøroyri. 

Vegna minni tørv á avgreiðsluhølum, hevur Posta gjørt av at flyta alt teirra virksemið úr bygninginum á Sjógøtu 2, í nýggja byggningin hjá MTV í Líðini í Trongisvági, har m.a. Rúsdrekkasøla Landsins heldur til.  

 

Tvøroyrar kommuna er eigari av eystari helvt av bygninginum á Sjógøtu 2, meðan BankNordik eigur vestara hálvuna. Føroya Eftirskúli leigar ovari hæddina í eystari lonini frá Tvøroyrar kommunu.

Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningurhann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á TvøroyriAtkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum. Her er løðistøðir til elbilar, busssteggipláss hjá bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum. 


Tvøroyrar Kommuna

 
 
 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo