UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-10-2023

MINNINGARDAGUR TEIRRA SJÓLÁTNU Í MORGIN

Í morgin, ónsdagin 1. november, er minningardagur teirra sjólátnu, eisini nevndur allahalgannadagur. Siðvenjan er staðfest við eini løgtingssamtykt frá 1943, ið ásetur at flaggað verður fyri sjólátnum føroyingum og verður dagurin hildin kring alt landið.
Dagurin verður hildin við minningarhaldi í Tvøroyrar kirkju kl. 13:30, v. Anniku Magnussen Gaard, presti. Eftir minningarhaldið verður farið út til minnisvarðan á Torvheyggi, har kransar verða lagdir, prestur sigur nøkur orð og sungið verður. Vanligt er at danska sjóverjan luttekur, men hetta lá ikki fyri í ár.
Eftir løtuna á Torvheyggi eru øll vælkomin inn í Missiónshúsið, har ein drekkamunnur er at fáa.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo