UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-01-2024

HEILSAN FRÁ TVØROYRAR KOMMUNU

Nú sær út til at tað ringasta veðrið er hæsað av og fólk kunnu so spakuliga venda aftur til vanligan gerandisdag aftur. Tvøroyrar kommuna ynskir at senda eina tøkk til hesi mongu, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði, fyri at vit øll kunnu kenna okkum trygg.

Tøkk til Sløkkiliðið- og Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru Helvt. Eisini ein tøkk til tey mongu, ið við stuttum skotbráði møttu upp á Brandstøðini, fyri at hjálpa tá harðast leikaði á.

Tøkk til heilsusystrar og heimahjálparar, ið hóast truplar umstøður í dag, hava verið runt til okkara borgarar, ið hava havt tørv á tí.

Tøkk til tey mongu, ið hóast veður og vind hava leitað sær til arbeiðis á Suðuroyar Sjúkrahúsi, soleiðis at tey, ið hava tørv á viðgerð, hava fingið hana.

Tøkk til fyritøkur, stovnar og borgarar, ið tóku mongu áheitanirnar um at rudda í lokaløkinum, til sín. Varð hetta ikki gjørt, kundi skaðarnir verið nógv størri og fleiri í tali.

Tvøroyrar kommuna




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo