Á hesari síðuni finnur tú alt tilfar í sambandi við húsabygging. Tú kanst skriva teg á bíðilista til grundstykki og søkja um byggiloyvi.
Her eru eisini upplýsingar um bústað.
Her er eitt yvirlit yvir tilboð og møguleikar innan frítíðar- og mentanarlív í kommununi.
Her verður eisini kunnað um, hvussu ítróttahøllin verður útleigað og hvussu tú søkir um loyvi til at selja t.d. pylsur á jóansøku.
Seinastu vikurnar hevur gravimaskina verið í gongd í Froðba. Trupulleikar hava leingi verið við yvirflatuvatninum, við Løksá í Froðba (sí kort, ið vísir økið, har grivið er), og gjørt varð tí av at grava veitirnar upp av nýggjum, í eini roynd at koma trupulleikanum við váta lendinum til lívs og leiða vatnið út á sjógv. Umleið 700-800 metrar eru grivnir og er tað lokala fyritøkan Sp/f Bárður Hentze, ið hevur staðið fyri arbeiðinum og tað var sjón fyri søgn beinanvegin, at gravingin hevði ynsktu ávirkanina á nærumhvørvið. Økið, ið nú er avvatnað, fevnir um uml. 160.000 m2.