TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD <<
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-08-2013

Tekningar til umsókn um byggiloyvi

Sethús
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

 

  • Støðumynd, ikki minni enn 1:500.
  • Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lag 1:100.
  • Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50 við tilfarslýsing.
  • Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.
  • Kloakkplanur 1:100.
  • Planeringstekning, í minsta lagi 1:100.
  • Mátsett tekning av vindeygum, í minsta lagi 1:50, við yvirliti um bjargingarop.

Byggivaldið ynskir at fáa eitt ískoyti í sambandi við tekningar tá søkt verður um byggiloyvi til sethús, tað er ein “Planeringstekning”. Hon skal vísa 1: Hvar avgrevstur verður og 2: Hvar planeringin kemur at verða. Tekningin skal vera 1:100.

Skúrar
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Støðumynd við mátum og plasering.
  • Tvørskurður í minsta lag 1: 100. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Tekningarnar nýtast ikki at vera teknaðar av lærdum fólki, um ein heldur seg vera føran fyri at gera tað sjálvur/sjálv.

Bilhús/bilskýli
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Støðumynd við mátum og plasering.
  • Tekning av øllum útsíðunum, í minsta lag 1:100.
  • Tvørskurður í minsta lag 1: 100. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Tekningarnar nýtast ikki at vera teknaðar av lærdum fólki, um ein heldur seg vera føran fyri at gera tað sjálvur/sjálv.

Umbygging
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar. Við øllum aktuellum mátum.
  • Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Uppíbygging
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:.

  • Støðumynd, ikki minni enn 1:500
  • Flatmyndir av húsinum, ( kjallara-, stovu- og loftshædd ) í minsta lagi 1:100, gomlu og nýggju tekningarnar.
  • Tvørskurðir, í minsta lagi 1:50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.

Kvistar
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Tekning av øllum aktuellum útsíðunum, í minsta lag 1:100. Við øllum aktuellum mátum á.
  • Tvørskurður, í minsta lag 1: 50. Við hæddar mátum og tilfarslýsing á.



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo