TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-11-2023

Kunning um óhapp á el-steyra í Trongisvági

 

Onsdagin 22. november varð kommunan gjørd varug við at brek varð á einum el-steyra í Trongisvági.

Steyrin stendur inni á einum traðarstykki, ið liggur uppat landsvegnum, og tíverri elvdi brekið til, at 3 seyðir eru deyðir av stoyti.  

Brekið er rættað av el-innleggjara, og upplýsast kann, at nevnda vegastrekkið har el-steyran stendur, er enn av gamla slagnum við luftlinju, sum verður nútímansgjørt við nýggjum LED-ljósum við kábulføring, í sambandi við, at landsvegurin til Hvalbiar verður breiðkaður í næstum av Landsverki.

Nevnast kann annars, at streymur er ikki á linjuni í dagstímunum, einans tá ið ljósið er tendrað.

 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo