TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
01-07-2014

Djúphavnin á Tvøroyri liðug í næstum

 
 
Havnarlagið á Tvøroyri hevur verið eitt stórt byggipláss tey seinastu tvey árini. Fyrst fóru stórar útbyggingar fram á eystara armi á havnarlagnum, har nýggja uppisjóvarvirkið hjá Varðanum skuldi byggjast. Í tí sambandi varð djúphavn gjørd, ið stóð liðug tá Varðin Pelagic fór undir framleiðslu á sumri 2012.

Skjótt varð tó greitt, at tørvur var á meira plássi, skuldu tey stóru farmaskipini kunna leggja at og kommunan tók tí beinanvegin stig til at veksa um havnarlagið. Upprunaætlanin var, at fíggja havnagerðina privat og privatu íleggjararnir skuldu so eiga havnina og inntøkurnar frá henni í eitt ávíst tíðarskeið.

Vansin við hesum framferðarhátti var, at so komu framtíðar inntøkurnar frá havnini ikki kommununi til góðar. Eftir tingingar aftur og fram og einari meting av ferðsluni á fjørðinum nú og framyvir, kom kommunan til ta niðurstøðu, at meira var at vinna við at kommunan sjálv fíggjaði og átti havnina.

Tílíkar íløgur eru sera kostnaðarmiklar og tí var neyðugt við lántøku, ið hevði við sær at Tvøroyrar Kommuna fór upp um álíkningina. Fíggjarmálaráðið gav loyvi til hetta miðskeiðis í fjørð, tí mett varð, at havnin fór at skapa so mikið stórar inntøkur fyri kommununa, at skjótt var at koma niðurundir álíkningina aftur.

Articon hevur staðið fyri byggingini av stóru djúphavnini og hevur tíðarætlanin hildið sera væl. Eftir ætlan verður havnin handað kommununi miðskeiðis í juli mánaða og meiri verður at frætta í næstum um hátíðarhaldið, ið sjálvandi verður í hesum sambandi.
 
 
Mynd: Bjarni Nygaard

Bjarni Hammer, varaborgarstjóri og formaður í havnanevndini, sigur, at kommunan er sera væl nøgd við nýggju havnina og tað arbeiðið, ið er lagt í hana. Havnin kemur at vera býnum og oynni til stóran frama. Vit fara at síggja veksandi ferðslu á Trongisvágsfirði og eisini verða umstøðurnar á havnarlagnum framúr góðar hjá vinnuni. Trongligt hevur verið seinastu tíðina, nú virksemið er økt so nógv, men við dagføringini av havnarlagnum minkar trupulleikin merkisvert. Til dømis verður pláss fyri á leið 280 bingjum á havnarlagnum, uttan at tað gongur útyvir ferðsluna, sum tað ger í dag.

Nýggja djúphavnin er 180 metrar long og uml. 40 metrar breið og kemur at nøkta tørvin til skip av flest hugsandi støddum eftir føroyskum mátistokki.

 
Mynd: Bjarni Nygaard

Ein liður í at menna virksemið á havnarlagnum, varð setanin av nýggjum havnameistara. Jón Bogi Guttesen tók herfyri við starvinum eftir Hjalgrím Vestergaard.Jón Bógi er 35 ár, útbúgvin skipsførari og hevur siglt úti við Mærsk, umframt at hann hevur undirvíst á Sjónám í Klaksvík og á Martec í Frederikshavn. Í umbúna er eisini at gera nýtt, tíðarhóskandi havnakontór og eru tær fyrireikingarnar væl áleiðis.

Tvøroyrar Havn verður sostatt klár at taka ímóti framtíðar avbjóðingum á maritima økinum og verður tað ein spennandi tíð fyri framman hjá kommununi. Gongst eftir ætlan, so fer eitt økt virksemi á havnarlagnum at føra størri inntøkur við sær og harvið størri rásarúm til framtíðar íløgur á øðrum økjum.




Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo