TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
23-05-2019

Ung í arbeiði 2019

Frá 1. til 26. juli 2019 verður Ung í arbeiði, sum er eitt átak, har Tvøroyrar Kommuna bjóðar teimum ungu arbeiði í summarfrítíðini.

Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, frá og við 9. flokki, sum pr. 1. juli 2019 eru 15 ár ella eldri, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.

Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.

Tilmeldingarfreist er fríggjadagin 7. juni 2018. 

Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.

 Heinta tilmeldingarblað her 



Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo