TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
17-04-2015

Rokan í fjøruni!


Eftir at íslendsku nótabátarnir gjørdu innrás í síðstu viku, hevur verið sera lívligt á havnarlagnum. Tey flestu munnu nokk hava lagt merki til, at størsta arbeiðsplássið í oynni, Varðin Pelagic, aftur er farið í gongd. Fyrradagin kom Tróndur í Gøtu inn við uml. 1300 tonsum av svartkjafti til matna. Beinanvegin Tróndur legði at bryggju, hildu íslendararnir avstað.
Manningarnar hava verið eyðsýndar í býarmyndini og altíð er hugnaligt at fáa vitjan úr brøðratjóðini. 
Í nátt var tað so tørnið hjá Jupiter at landa. Hann kom inn við góðum 1100 tonsum, eisini av svartkjafti til matna, og er byrjaður at landa, samstundis sum 82 metra langi Silver River er komin inn eftir fiski frá Varðanum.
Íslendska ævintýrið er tó framvegis ikki av, tí í morgun liggja aftur tveir nótabátar við djúphavnina. Tað eru teir báðir Birtingur (63m langur og 11m breiður) og Heimaey (72m langur og 14m breiður), ið nú liggja og bíða eftir fiskiskapi. 
Jón Bogi Guttesen, havnameistari, sigur, at íslendarir hava eina skipan, har skipini liggja í bíðirøð at fiska. Ein fer út og fyllir seg, meðan teir næstu liggja og bíða eftir teirra tørni.
At íslendarir hava hugnað sær á Tvøroyri, sæst týðuliga, um vit vitja heimasíðuna hjá Sildavinnsluni, svn.is . Grein um vitjanina á Tvøroyri finst her http://svn.is/index.php…
Undirritaði er ikki so stinnur í íslendskum, men leystliga kann eitt brot umsetast soleiðis: “Tað hevur verið gott at liggja á Tvøroyri. Har er góð havn og har er gott fólk, sum vil gera alt fyri okkum. Enntá tosar annarhvør maður íslendskt. Vit hava verið mangar gongutúrar, um útlitini fyri veiðu ikki hava verið tey bestu. Tó hava nøkur skeinkistøð notið gott av vitjan okkara.”
Viðfest er ein mynd av havnarlagnum í morgun, sera hugaligt at síggja.




Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo