TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
TVO@skulin.fo
12-08-2013

NSR tænastan

NSR tænastan, sum liggur í Vági, er partur av tænastuni hjá Sernámsdeplinum og tekur lut í menningini av náms – og sálarfrøðiliga virkseminum sum heild. Í samstarvi við Sernámsdepilin virkar hon sum sjálvstøðug eind.
 
Sernámsdepilin er stovnur undir Mentamálaráðnum. Virksemið fatar m.a. um at skipa fyri og ráðgeva í øllum sernámfrøðiligum spurningum, at gera kanningar og veita undirvísing, venjing, viðgerð, stuðul og vegleiðing, soleiðis at børn og vaksin eftir førimuni fáa høvi at mennast á øllum økjum, og at virka fyri hollari útbúgving og eftirútbúgving til teirra, ið starvast á sernámfrøðiliga økinum. Í Sernámsdeplinum er:
  • Skúlapsykologisk- og sernámsfrøðilig ráðgeving fyri alt landið
  • Smábarnadeild við eygleiðing og talibólkum
  • Talideild
  • Sernámsdepilin skal tryggja, at lógarbundnu sernámsfrøðiligu uppgávurnar verða framdar.

 

Faldari um NSR




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - TVO@skulin.fo