VØGGUSTOVAN
Tú ert her: VØGGUSTOVAN << - REGLUGERÐ
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
15-03-2018

Reglugerð fyri virksemi í dagstovninum hjá Tvøroyrar kommunu

§ 1 – Bygnaður


 

Stk. 1. Dagstovnurin er bygnaðarliga staðsettur undir trivnaðardeildini hjá Tvøroyrar kommunu. Dagstovnurin grundar sítt virksemi við heimild í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

 

Stk. 2. Dagstovnurin fevnir um 1 vøggustovu, 2 barnagarðsstovur, 1 útibarnagarð og 1 frítíðarskúla.

 

Stk. 3. Dagstovnurin skal í samráði við foreldraráðið virka fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari stevnu.

 

§ 2 – Endamál og uppgáva

 

Stk. 1. Endamálið hjá dagstovninum er gerandisdagar í dagtímunum í einum tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini, at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

 

Stk. 2. Uppgávan hjá dagstovninum er at bjóða børnum undir undirvísingarskyldugum aldri umframt børnum í frítíðarskúla eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi, sum byggir á teirra áhuga.

Stk. 3. Dagstovnurin skal byggja á eina heildarfatan av børnum, har sum umsorgan, spæl, mentan og læra eru ein heild. Í hesum sambandi skal dagstovnurin vera eitt umsorganar-, mentanar- og læruumhvørvi.

Stk. 4. Barnsins besta skal altíð verða útgangsstøðið og grundarlagið fyri virkseminum á dagstovninum. Dagstovnurin skal í hesum sambandi menna dirvi og hugflog hjá børnum, og styrkja teirra sjálvsvirði, sjálvskenslu og sosialu førleikar soleiðis at børnini kunnu hava ávirkan á egið lív og verða ein virkin partur av fólkaræðinum.

 

§ 3 - Leiðsla

Stk. 1. Til tess at røkja dagligu leiðsluna av dagstovninum, hevur Tvøroyrar kommuna sett ein leiðara. Dagstovnaleiðarin vísir í starvi sínum til trivnaðarleiðaran.

 

Stk. 2.  Tað er fíggjarnevndin hjá Býráðnum, sum eftir tilmæli frá setanarbólki setir starvsfólk í starv á dagstovninum. Tað er eisini fíggjarnevndin, sum eftir tilmæli frá dagstovnaleiðaranum loysir starvsfólk á dagstovninum úr starvið.

 

Stk. 3. Fólk, sum verða sett í starv á dagstovninum sambært hesari reglugerð, verða lønt sambært avvarðandi sáttmála.

 

Stk. 4.  Dagstovnaleiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðsluni av dagstovninum, og dagstovnaleiðarin stendur fyri dagliga rakstrinum av dagstovnaskipanini. Í hesum sambandi hevur dagstovnaleiðarin í samráði við skrivstovufólk í umsitingini eisini ábyrgdina av, at foreldur hjá børnum, ið eru á dagstovni, hava goldið rættstundis fyri dagstovnaplássi, og ikki koma í eftirstøðu.

 

Stk. 5. Í samstarvi við trivnaðarleiðaran, ger dagstovnaleiðarin upptøkureglar fyri dagstovnin, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum í mentamálum sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

 

Stk. 6. Dagstovnaleiðarin førir høvuðsbók (journal) við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á dagstovni, navn teirra, aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á dagstovni, og um orsøkina til, at tey fóru úr aftur dagstovnaskipanini.

 

Stk. 7. Dagstovnaleiðarin skipar fyri fíggjarætlan, námsætlan, arbeiðsætlanum, frítiðarætlanum og sjúkraseðlum v.m. í sambandi við virksemi á dagstovninum.

 

Stk. 8. Er talan um, at dagstovnurin hevur tørv á størri íløgu, fer keypið fram, eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri sosialu nevnd til støðutakan.

 

 

§ 4 - Foreldraráð

 

Stk. 1. Fyri dagstovnaskipanina hjá Tvøroyrar kommunu verður valt eitt foreldraráð, sum skal geva dagstovnaleiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, dagstovnin og kommununa.

 

Stk. 2.  Dagstovnaleiðarin tekur stig til, at eitt foreldraráð verður sett á stovn. Í ráðnum skulu vera 3 ella 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

 

Stk. 3. Foreldraráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava børn á dagstovninum.

 

Stk. 4. Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu ger í samstarvi við dagstovnaleiðaran viðtøkur fyri virksemi hjá foreldraráðnum.

 

§ 5 – Starvsfólk

 

Stk. 1. Starvsfólkini – námsfrøðingar, hjálparfólk og reingerðarfólk - vísa í starvi sínum til dagstovnarleiðaran.

 

Stk. 2. Námsfrøðingar og hjálparfólk skulu hava hegni og áhuga, at ansa børnum og mugu leggja seg eftir, at tað einstaka barnið trívist og mennist.

 

Stk. 3. Starvsfólkini eiga í starvið sínum, at stimbra barnið andaliga og handaliga bæði inni og úti soleiðis at barnið við tíðini gerst búgvi at fara víðari.

 

Stk. 4. Starvsfólkini hava ikki loyvi til at nýta kropsligan ella sálarligan harðskap ímóti teimum børnum, ið eru í ansing.

 

§ 6 – Námsfrøðiligi ráðgevin

 

Stk. 1. Námsfrøðiligi ráðgevin vísir í starvi sínum til kommunustjóran.

 

Stk. 2. Endamálið við námsfrøðiligu ráðgevingini er at tryggja, at øll børn, sum eru í dagstovnaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu, mennast og trívast í tryggum umstøðum.

 

Stk. 3. Námsfrøðiligi ráðgevin veitir námsfrøðiliga ráðgeving til dagstovnaleiðaran og starvsfólkini í mun til teirra arbeiði við børnum og fakliga innihaldinum í hesum sambandi.

 

Stk. 4. Námsfrøðiligi ráðgevin skal regluliga vitja dagstovnin umframt luttaka á starvsfólka- og foreldrafundum. Harumframt skal námsfrøðiligi ráðgevin luttaka á evnis- og skeiðsdøgum, sum dagstovnaleiðarin, ella námsfrøðiligi ráðgevin sjálvur, tekur stig til at skipa fyri.

 

Stk. 5. Námsfrøðiligi ráðgevin kann eisini ráðgeva og vegleiða starvsfólkum á dagstovninum um eitt ávíst barn. Tað verður tó í tí ítøkiliga førinum gjørt eftir einari skrivligari áheitan frá dagstovnaleiðaranum og við játtan frá foreldrunum hjá barninum.

 

 

§ 7 – Tilmelding, innskriving og fyrsta tíðin

 

Stk. 1. Foreldur kunnu tilmelda síni børn til eitt pláss á dagstovninum 6. mánaðir áðrenn foreldrini flyta til Tvøroyrar kommunu at búgva.   

 

Stk. 2. Tá barnið byrjar í dagstovninum vitja barn og foreldur dagstovnin til eitt prát við leiðslu og kontaktpersónin hjá barninum. Í sambandi við fyrstu vitjanina verður barnið eisini skriva inn. Avtalað verður gjørd um, nær tað liggur best fyri hjá øllum pørtum at vera til staðar til innskrivingina. Leiðsla og kontaktpersónur greiða frá hvussu gerandisdagurin er skipaður og fáa eitt prát við foreldrini um barnið.

 

Stk. 3. Áðrenn børn byrja í ávíkavist útibarnagarði og frítíðarskúla, bjóðar dagstovnaleiðarin foreldrunum til ein kunnandi fund

 

Stk. 4. Dagstovnaleiðarin og kontaktpersónurin hjá barninum seta tíð av til at tosa saman um, hvussu fyrsta tíðin hjá barninum hevur gingið. Námsfrøðiligi ráðgevin kann í ávísum førum hjálpa til við hesum.

 

Stk. 5. Tá barnið hevur verið á dagstovninum í umleið 3 mánaðir, skal dagstovnurin bjóða foreldrunum til eina samrøðu um trivnaðin hjá barninum.

 

St. 6. Dagstovnaleiðarin tryggjar, at foreldur altíð kunnu biðja um fund við seg og kontaktpersónin, at umrøða viðurskifti viðvíkjandi barninum.

 

§ 8 – Uppmøting, ansingartíð og heinting

 

Fyri at gerandisdagurin skal ganga væl, eiga ásettu uppmøtingar-, ansingar- og heintingartíðir at haldast.

 

Stk. 1. Dagstovnurin hevur opið gerandisdagar í dagtímunum millum kl. 07:25 á morgni og kl. 17:00 á kvøldi. Frítíðarskúlin er opin frá kl. 12:20 til kl. 17:00. 

 

Stk. 2. Børnini skulu vera á dagstovninum í seinasta lagi kl. 09:30. Um barnið kemur seinni, mugu foreldrini ringja til stovuna áðrenn kl. 09:30, og gera eina avtalu við starvsfólkini.

 

Stk. 3. Um barnið ikki er komið í dagstovnin í seinasta lagi kl. 09:30 á morgni, og dagstovnurin ikki hevur fingið onnur boð, væntast barnið ikki at koma í dagstovn hendan dagin.

 

Stk. 4. Foreldur hava ábyrgd av barninum til og frá dagstovninum.

 

Stk. 5. Tá børn koma í dagstovnin á morgni, skulu foreldrini altíð tryggja sær, at okkurt av starvsfólkunum tekur ímóti barninum.

 

Stk. 6. Um onkur annar persónur enn foreldrini skulu heinta barnið, skulu foreldrini í góðari tíð siga dagstovninum frá hesum.

 

Stk. 7. Leiðsla og starvsfólk á dagstovninum skulu altíð kunna fáa fatur á øðrum av foreldrunum ímeðan barnið er í ansing á dagstovninum.

 

§ 9 – Tagnaðarskylda

 

Dagstovnaleiðarin, námsfrøðilig ráðgevin og starvsfólk á dagstovninum hava tagnaðarskyldu viðvíkjandi persónligum viðurskiftum hjá børnum, sum eru í ansing á dagstovninum, og familjum teirra.

 

§ 10 – Brúk av bili í sambandi við ansing av børnum

 

Tað er loyvt starvsfólkum á dagstovninum, at taka børnini við í bili í sambandi við ansing, um skrivlig váttan fyriliggur frá foreldrum ella verja hjá børnunum. Børnini skulu sita í trygdarbelti og í hóskandi bilstóli.

 

§ 11 Kostur, klæðir, sólkrem og leikur

 

Stk. 1. Børnini skulu hava ein sunnan og góðan matpakka við. Dagstovnurin letur mjólk og millummála umframt breyð við góðum viðskera og grønmeti tveir dagar um vikuna.

 

Stk. 2. Barnið skal vera íklætt eftir veðrinum/árstíðunum, og hava eyka klæðir, regnklæðir, undirklæðir, sokkar, fótbúna og inniskógvar við. Klæðini skulu vera væl merkt. Vøggustovubørn fáa blæðu frá dagstovninum. Barnagarðsbørn, ið brúka blæðu, skulu hava blæður við heimanifrá. Tað er ábyrgd hjá foreldrunum, at fáa klæðini heim við aftur.

 

Stk. 3. Tá nógv sól er, skulu foreldur smyrja barnið inn í sólkrem um morgunin, áðrenn barnið kemur á stovnin. Seinnapartin syrgja starvsfólk fyri, at børnini verða smurd við sólkremi.

 

Stk. 4. Um barnið hevur leikur við, er tað foreldrana ábyrgd.

 


§ 12 – Føðingardagar og felagsvirksemi

 

Stk. 1. Tá ið barnið hevur føðingardag, kann barnið bjóða okkurt á sínari stovu. Um ynski er um tað, kunnu foreldrini bjóða børnunum á stovuni heim í føðingardag.

 

Stk. 2. Dagstovnurin tekur saman við børnunum lut í felagsvirksemi til dømis jólahald og føstulávintshald v.m.

 

§ 13 – Svøvnur og hvíld

 

Tað er av avgerandi týdningi fyri barnsins sálarligu og kropsligu menning, at tørvurin á hvílu og svøvni verður nøktaður. Dagstovnurin tekur atlit til henda tørv, at lítil børn hava tørv á nógvum svøvni, og har summi børn sova eina ferð um dagin ímeðan onnur børn sova tvær ferðir um dagin.

 

§ 14 – Sjúka og frí

 

Stk. 1. Er barnið sjúkt kemur tað ikki í dagstovnin. Dagstovnurin skal beinanvegin hava boð um sjúku hjá barninum.

 

Stk. 2. . Um starvsfólk á dagstovninum meta, at barnið er illa fyri ella hevur febur, ringja starvsfólkini eftir foreldrunum.

 

Stk. 3. Foreldrini hava skyldu til at boða dagstovninum frá, um barnið hevur fingið smittuberandi sjúku t.d. barnasjúkur, barnaorm, eygnabruna og lús v.m. soleiðis at dagstovnurin fær kunnað onnur foreldur um smittuvandan. Tað verður ikki upplýst navnið á tí barnið, ið er smittuberari.

 

Stk. 4. Heilivágur verður sum útgangsstøði ikki givin á dagstovninum. Undantikin er heilivágur fyri kroniskar sjúkur sum til dømis astmu.

 

Stk. 5. Skal barnið hava frí frá dagstovninum, skulu foreldur siga frá hesum, tá barnið verður avheinta ella umvegis sms í seinasta lagi dagin.

 

 

§ 15 – Dagar, ið dagstovnurin hevur stongt

 

Stk. 1. Dagstovnurin hevur stongt leygardagar, allar heiligdagar, jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin, 1. mai og ólavsøkudag.

 

Stk. 3. Barnaansingarøki hjá Tvøroyrar kommunu verður samskipa í summarferiuni soleiðis at børn hava møguleika at vera í dagstovni eisini í summarferiuni. Dagstovnaleiðarin kunnar nærri um hetta, tá summar-feriutíðin nærkast.

 

Stk. 4. Dagstovnurin er stongdur millum jól og nýggjár.

 

Stk. 5. Dagstovnurin er stongdur tveir dagar um árið, har starvsfólkini viðgera námsfrøðilig evni. Hesir báðir dagar, sum verða nevndir ráðleggingardagar, eru ikki ásettir frammanundan, men foreldur vera kunnaði um ráðleggingar-dagarnar í góðari tíð.

 

§ 16 – Gjøld, avsláttur, uppsøgn, farloyvi og frípláss

 

Gjøldini fyri at hava børn í dagstovni eru hesi:

 

Stk. 1. Vøggustovupláss: kr. 1.900,- um mánaðin í 11 mánaðir.

Barnagarðspláss: kr. 1.900,- um mánaðin í 11 mánaðir.

Útibarnagarðspláss: kr. 1800,- um  mánaðin í 11 mánaðir.

Frítíðarskúlapláss: kr. 1.200,- um mánaðin í 11 mánaðir.

 

Rokning verður send á einum inngjaldskortið, og mælt verður til, at foreldur tilmelda seg eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

 

Stk. 2. Foreldur við fleiri børnum í dagstovnaskipanini fáa systkina-avsláttur, men fyri fyrsta barnið í ansing betala foreldur fult gjald. Fyri næsta barnið í ansing fáa foreldur kr. 300,- í avsláttur. Foreldur fáa ókeypis ansing fyri triðja barnið og eftirfylgjandi børn.  

 

Stk. 3. Uppsagnartíðin av einum stovnsplássi er í minsta lagi 1 mánað til ein 1. í einum mánaða.

 

Stk. 4. Foreldur kunnu søkja um farloyvi til teirra barn í upp til 1 ár. Tað er ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri, um umsóknin verður gingin á møti. Umsóknin skal sendast til kommunalu umsitingina, sum viðgerð umsóknina í samráði við dagstovnaleiðaran.

 

Stk. 5. Foreldur kunnu søkja um frípláss. Umsóknin skal vera inni hjá kommunalu umsitingini áðrenn 1. juli. Umsóknarbløð kunnu fáast frá dagstovnaleiðaranum, og eru annars at finna á forsíðuni á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu www.tvk.fo undir økinum børn og ung.

 

§ 17 – Eftirstøður

 

Stk. 1. Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann kommunan siga barnið upp eftir reglunum í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 – “Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt”. Í hesum førinum kann barnið verða sagt úr dagstovninum, um eftirstøðan í gjaldingini er farin upp um 3 mánaðir, tó soleiðis, at Tvøroyar kommuna ella Suðuroyar Barnavernd hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.

 

Stk. 2. Vísandi til stk. 1, so verður barnið ikki upptikið á dagstovni ella dagrøkt aftur fyrr enn eftirstøðan er goldin ella skrivlig avtala er gjørd um afturgjalding av eftirstøðuni.

 

Stk. 3. Tá eftirstøðan er goldin, og nýggj avtala er gjørd, koma børn, ið hava verið uppsøgd á dagstovninum, á bíðilista á jøvnum føti við onnur børn.

 

§ 18 – Trygging

 

Børn, sum eru í ansing í dagstovnaskipanini hjá Tvøroyrar Kommunu, eru ábyrgdar- og vanlukkutryggjaði í Betri Trygging.

 

  

§ 19 – Samstarv og foreldrafundir

 

Stk. 1. Dagstovnaleiðarin, starvsfólk, námsfrøðiligi ráðgevin og foreldur hava skyldu til at samstarva væl soleiðis at barnið trívist og mennist ímeðan barnið er í ansing á dagstovninum.

 

Stk. 2. Foreldraviðtala er einaferð um árið, har tosa verður um trivnaðin og menningina hjá tí einstaka barninum. Námsfrøðiligi ráðgevin kann í ávísum førum hjálpa til við hesum.  

 

Stk. 3. Ein felags foreldrafundur fyri alt barnaansingarøki hjá Tvøroyrar kommunu er um heystið, har viðkomandi evni um eitt nú menning av børnum og foreldrasamstarv verða umrødd og fyrilestrar verða hildnir.

 

Stk. 4. Starvsfólk, námsfrøðiligi ráðgevin og foreldur kunnu koma við ynskjum um evni til foreldrafundin 4 vikur frammanundan, foreldrafundurin verður hildin.  

 

 

§ 20 – Dagføring og broyting

 

Tvøroyrar kommuna kann dagføra og broyta hesa reglugerð, men skal í hvørjum einstøkum føri kunnað Tvøroyrar býráð hesum viðvíkjandi.

 

§ 21 – Samtykt og góðkend

 

Tvøroyrar Býráð hevur á fundi tann 5. mars 2018 samtykt, at góðkenna dagføringina av hesari reglugerð.

 

 

 

 

 

Tvøroyri, 8. mars 2018

 


____________________  ____________________
Kristin Michelsen
Borgarstjóri 
 Henrik Weihe Joensen
 Kommunustjóri

                                                          

 

 

 

 

 




Vøggustovan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo